Innanlands

28.200 løntakarar í november

Hetta svarar til ein vøkstur á 0,8 prosent, skrivar Hagstovan – Meginparturin av vøkstrinum í november er útlendskir ríksborgarar, ið eiga 86 prosent av vøkstrinum

(Savnsmynd: Shutterstock)

(Savnsmynd: Shutterstock)

2023-12-13 16:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í november vóru 28.200 løntøkarar í Føroyum. Tað er stívliga 200 fleiri enn sama mánað í fjør og svarar til ein vøkstur upp á 0,8 prosent.

Í november vóru um 14.500 menn og 13.800 kvinnur løntakararar, og tað er ein vøkstur á ávikavist 0,7 prosent hjá monnum og 0,9 prosent hjá kvinnum í mun til árið fyri, skrivar Hagstovan.

Meginparturin av vøkstrinum í november er útlendskir ríksborgarar, ið eiga 86 prosent av vøkstrinum. Í november vóru 7,7 prosent av løntakarunum útlendskir ríkisborgarar, meðan teir í november í fjør vóru 7,1 prosent.

Størsti parturin starvast innan fiskavøruídnað, gistingarhús og matstovuvirki, ali- og kryvjivirki, umframt húsarhaldstænastur.

Seinastu árini eru tað serliga løntakarar aðrastaðni frá enn úr Evropa, sum eru vorðnir fleiri. Teir eru nú 3,9 prosent av løntakaraskaranum. Fyri tveimum árum síðani vóru teir 3,4 prosent, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder