Innanlands

284 nýggir koronutilburðir í gjár

Aftur seks innløgd av koronu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-23 16:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verða støðugt færri tilburðir av koronu staðfestir í hesum døgum.

Í gjár vóru 284 nýggir tilburðir staðfestir í 434 kanningum. 2611 fólk eru nú positiv við koronu, og hetta eru 278 færri enn í gjár.

Seks fólk eru innløgd av koronu í Sjúkrahúsverkinum. Seks aðrir sjúklingar hava koronu, men eru innlagdir av aðrari orsøk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder