Innanlands

289 blómutyssi á Tinghúsvøllinum

Fyri at minnast tey 289, sum hava latið lív í ferðsluvanlukku í Føroyum, vóru blómutyssi løgd á Tinghúsvøllin í morgun

(Mynd: Ráðið fyri Ferðslutrygd)

(Mynd: Ráðið fyri Ferðslutrygd)

2021-07-04 20:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tíðliga í morgun vórðu 289 blómutyssi løgd á Tinghúsvøllin í Havn. Hetta er í sambandi við minningardag teirra deyðu í ferðsluni, og í dag minnast vit tey 289, sum hava latið lív í ferðsluvanlukku í Føroyum.

Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum.

Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma. Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni er altíð fyrsta sunnudag í juli. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.

Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum. Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.

Øll árini, síðani tiltakið byrjaði, eru blómutyssi løgd á støð, har ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív. Hesaferð var tað skipað eitt sindur øðrvísi við at leggja blómutyssi á Tinghúsvøllin.

Síðani seinasta minningardag hevur ongin mist lívið í ferðsluvanlukku á føroysku vegunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder