Mentan

289 nýggj lesandi - við masku

Korona setti sín dám á fyrsta dagin hjá nýggjum lesandi á Fróðskaparsetrinum í dag. Øll vóru í masku

(Mynd: Brynhild Thomsen / Fróðskaparsetrið)

(Mynd: Brynhild Thomsen / Fróðskaparsetrið)

2020-08-17 23:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

289 nýggj lesandi høvdu sín fyrsta dag á Fróðskaparsetrinum í dag.

Innleiðsluvikan er vanliga full av stórum tiltøkum við nógvum luttakarum, men Covid-19 hevur skert teir møguleikarnar í ár. Fyri at halda tilmælini um frástøðu hevði Setrið í dag býtt tey lesandi á fyrsta ári upp í smærri bólkar, og tilsamans vórðu átta tiltøk hildin í dag, skrivar Setrið á heimasíðuni.

Byrjað varð í Kongshøll á Vestaru bryggju klokkan níggju í morgun, har umleið hálvthundrað nýggj lesandi á sjúkrarøktarfrøði møttu. Øll, sum kundu, vórðu biðin um at vera í masku, og hetta setti sín dám á prátið millum tey lesandi og undirvísarar. 

[object Object]
(Mynd: Brynhild Thomsen / Fróðskaparsetrið)

At vera í masku er nýtt fyri tey flestu, og hesar ungu kvinnurnar tosaðu eisini um, hvussu løgið tað kennist. Maska verður annars ikki kravd, tá neyðuga frástøðan kann haldast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder