29 ára gamal maður dømdur fyri at smugla kokain og hash

Maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani fyrst í september í ár

(Mynd: Føroya Rættur)

(Mynd: Føroya Rættur)

2023-11-14 10:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya Rættur dømdi mannin 1 árs treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla kokain og hash til Føroya.

Maðurin, sum hevur sitið í varðhaldi síðani fyrst í september í ár, var í Føroya Rætti í dag dømdur fyri at hava smuglað umleið 86 gramm av kokaini og umleið 50 gramm av hashi.

Maðurin, sum er føroyingur, játtaði seg sekan, og málið var tí framt sum eitt játtanarmál.

Maðurin tók við dóminum. Hann skal sita revsingina beinanvegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder