Innanlands

29 milliónir settar av til menning av ríkisfelagsskapinum

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur gjørt avtalur fyri 29,3 milliónir krónur við donsku stjórnina í sambandi við fíggjarlógarsamráðingarnar. Játtanin til gransking í uttanríkis,- trygdar- og verjupolitikki, og havgransking heldur fram. Harafturat er undirvísing í føroyskum viðurskiftum í danska fólkaskúlanum og studningur til háskúlauppihald raðfest í fíggjarlógaruppskotinum

2023-11-27 10:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

– Peningurin, sum danska stjórnin er sinnað at játta, fer heilt víst at gagna menningini av ríkisfelagsskapinum. Vitan er lykilin til menning, og møguleiki um økta vitan fær enn einaferð høga raðfesting, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, ið er ógvuliga glað um úrslitið av fíggjarlógarsamráðingunum.

Ein stórur partur av játtanini hesaferð fer til gransking. Størsti parturin fer til havgransking. Hetta hevur verið eitt hjartamál hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi, og tí er ógvuliga gleðiligt at síggja, at áhugi framvegis at seta pengar av til at kanna, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka náttúru- og havumhvørvi við Føroyar.

Í samband við fíggjarlógarsamráðingarnar fyri 2023 blivu fyri fyrstu ferð settir pengar av til gransking av uttanríkis,- trygdar- og verjumálum. Týdningurin av, at peningur aftur verður settur av í ár, kann tí ikki undirmetast.

– Føroyar skulu sjálvandi takast við í avgerðirnar um okkara trygdarviðurskifti. Men tað krevur eisini, at vitanin um hesi mál økist. Granskingin fer at koma okkum øllum til góðar. Tað ger seg somuleiðis galdandi viðvíkjandi havgranskingini, sigur Anna Falkenberg.

Saman við Aaju Chemnitz úr grønlendska flokkinum IA, hevur tað eydnast at fáa seks milliónir settar av til undirvísing í danska fólkaskúlanum um nútímans føroysk og grønlendsk viðurskiftir.

Eisini verður tað aftur møguligt at søkja um studning úr “Rigsfællesskabets Højskolestipendium”. Studningurin verður latin teimum, sum fara í háskúla í einum øðrum parti av ríkisfelagsskapinum, enn har tey búgva. Studningsskipanin kom í 2020 og bleiv seinni tikin av aftur. Nú verður hon so tikin uppaftur eftir áheitan frá Annu Falkenberg.

– Skal ríkisfelagsskapurin mennast, so er neyðugt at hava ungdómin við. Vitanin um Føroyar og Grønland er ofta ov lítil, og hetta er eitt stig á leiðini at bøta um hesi viðurskifti, sigur Anna Falkenberg.

Tær 29,3 milliónir krónur, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt avtalur fyri, eru býttar soleiðis:

  • 15,8 milliónir til gransking í havstreyminum kring Føroyar og Norðuratlantshavi
  • 5,5 milliónir til gransking í uttanríkis,- verju- og trygdarpolitiskum málum
  • 6,0 milliónir til undirvísing í fólkaskúlanum í føroyskum og grønlendskum viðurskiftum
  • 2,0 milliónir til “Rigsfællesskabets Højskolestipendium”

Sambandsflokkurin á fólkatingi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder