Sertilboðið í Sankta Frans skúla við heitinum "Treysti" hevur fingið flest tímar í hesum skúlaárinum av kontuni til royndar- og menningarvirksemi. Talan er um 20 tímar um vikuna.
Ein onnur verkætlan, sum hevur fingið nógvar tímar, er skúlasálarfrøðiverkætlanin á Skúlatrøð, sum gongur á triðja ári. Hetta skúlaárið fær hon 17 tímar um vikuna. Játtanin til skúlasálarfrøðingin á Skúlatrøð er ein lønarlig samsýning á umleið hálva tíð til viðkomandi. Henda verkætlanin hevur til endamáls at betra um sálarheilsuna hjá næmingunum á Skúlatrøð.
Verkætlanin á triðja plássi, tá ið talan er um tímar, er somuleiðis á Skúlatrøð. Tað er matarskipanin, sum eisini er royndarskipan í trý ár. Av kontuni til royndar- og menningarvirksemi fær henda verkætlanin 13 tímar ella 200.000 krónur. Verkætlanin er samskipað við Klaksvíkar kommunu, sum rindar helmingin. Upprunaliga var umsóknin væl størri enn tað, sum verður játtað.
Á fjórði plássi er trivnaðarverkætlanin í Stranda skúla, sum eisini gongur á triðja ári. Henda verkætlanin fær 10 tímar hetta skúlaárið. Hon hevur til endamáls at styrkja trivnaðararbeiðið og fyribyrgja happing, mistrivnað og skúlanoktan.
Á fimta plássi er verkætlan í Eysturskúlanum, sum fær 8 tímar. Henda verkætlanin eitur LST – lesi- og skrivitøkni og hevur til endamáls at røkka orðblindum, lesi- og skriviveikum og talblindum næmingum.
Undirvísingarstýrið hevur gjørt av, at tær verkætlanir, sum verða raðfestar fremst, tá ið talan er um at fáa tímar av kontuni til royndar- og menningarvirksemi, eru tær, sum menna inklusjónsarbeiðið í skúlanum, verkætlanir, sum snúgva seg um námsfrøðiligar tilgongdir við fyriliti fyri næmingum, sum ikki megna eina regluliga skúlagongd, t.d. skúlaaftran, verkætlanir, sum menna rørsluátøk í skúlatíðini, verkætlanir við fyriliti fyri talgildari menning og albúgving og at enda verkætlanir, sum menna leiðslu- og lærarasamstarv millum smærri og størri skúlar. Skúlar kunnu søkja um tímar til verkætlanir innan onnur øki, sum skúlin heldur er umráðandi at menna.
Skúlarnir, sum hava fingið játtað tímar í hesum skúlaárinum, eru Skúla skúli, Eysturskúlin, Skúlatrøð, Runavíkar kommunuskúli, Skúlin á Argjahamri, Stranda skúli, Skúlin á Fløtum, Skúlin á Giljanesi, Vágs skúli, Tofta skúli, Porkeris skúli, Sankta Frans skúli, Sumbiar skúli, Sandoyar skúli, Eiðis skúli, Sands skúli, Velbastaðar skúli, Skúlin á Fossánesi og Tvøroyrar skúli.
Skúlablaðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald