2020-10-21 12:54
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Freistin at lata inn valevnislistar til kommunuvalið var úti í gjárkvøldið, og í Eysturkommunu komu tríggir listar inn.
Tilsamans 29 valevni stilla upp á teimum trimum listunum – Listi Á: Áfram, Listi C, og Listi V: Borgaralistin.
Á Lista Á – Áfram – eru átta valevni – fimm menn og tríggjar kvinnur.
Á Lista C eru eisini átta valevni – fýra menn og fýra kvinnur.
Á Lista V – Borgaralistanum – eru 13 valevni, harav 11 menn og tvær kvinnur.
Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu sæst yvirlit yvir øll valevnini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald