Innanlands

29.300 starvsfólk í januar

Tað eru góð 300 fleiri enn í januar 2024 - ein vøkstur á eitt prosent sambært Hagstovuni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-02-20 16:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í januar taldi starvsfólkaskarin í Føroyum 29.312. Tað eru 308 starvsfólk - ella eitt prosent - fleiri enn í januar 2024 skrivar Hagstovan.

Talan var um knapt 14.900 menn og góðar 14.400 kvinnur. Samanborið við januar í fjør vóru menninir 200 fleiri, sum svarar til ein vøkstur upp á 1,4 prosent, og kvinnurnar vóru 100 ella 0,7 prosent fleiri.

Í januar arbeiddu 56 prosent av starvsfólkunum hjá privatum arbeiðsgevarum, meðan 44 prosent arbeiddu hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði.

Góð 60 prosent av kvinnunum arbeiddu hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, meðan tríggir av fýra monnum arbeiddu hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder