Uttanlands

294.000 tilburðir skrásettir í eitt samdøgur

Talan er um nýtt met, sigur Heimsheilsustovnurin, WHO – Fleiri enn 21,5 mió. hava nú fingið staðfest smittuna, og 769.000 eru deyð

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-16 09:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin setti talið á nýggjum smittutilburðum aftur met. 294.237 nýggir tilburðir vórðu skrásettir í gjár, sum er hægsta økingin í eitt samdøgur, síðan smittan breyt út, sigur Heimsheilsustovnurin, WHO.

Gamla metið á 292.000 varð skrásett 31. juli.

Samlaða talið á smittutilburðum í heiminum er farið uppum 21,5 mió., og fleiri enn 769.000 fólk eru deyð við smittuni, vísir uppgerð hjá Worldometers.info.

Av teimum, sum eru skrásett smittað við korona, eru fleiri enn 14 mió. staðfest frísk aftur. 6,5 mió. eru smittað í løtuni, av teimum hava 99 prosent mild sjúkueyðkenni.

Teir flestu tilburðirnir eru skrásettir í USA, Brasil og India, sum øll hava skrásett omanfyri tvær mió. tilburðir.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder