2025-03-21 17:29

Í februar vóru 29.540 starvsfólk í Føroyum, sum eru 192 starvsfólk, ella 0,7 prosent, fleiri enn í februar í fjør.
Í februar vóru góðir 15.100 menn og góðar 14.500 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Tað eru 98 fleiri menn og 94 fleiri kvinnur enn í februar í fjør. Hjá báðum er talan um ein vøkstur á 0,7 prosent, skrivar Hagstovan.
Í februar arbeiddu 56 prosent av starvsfólkunum hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Tríggir av fýra monnum arbeiddu í hesum bólki.
44 prosent arbeiða hjá arbeisgevara undir almennum ræði. Góð 62 prosent av kvinnunum arbeiða í hesum bólki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald