Lestrarskrivstovan hevur í dag boðið 298 umsøkjarum lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya komandi lestrarár, og við vetrarupptøkuni er samlaða talið tí 323 lestrarpláss fyri árið 2024.
Hesum boðar Fróðskaparsetur Føroya frá á heimasíðu sínari í dag.
Tað er ymiskt, hvørji boð fólk hava fingið. Tað eru tey umleið 300, sum kunnu fegnast, men summi hava eisini fingið at vita, at tey ikki eru skikkaði. Onnur eru eisini sett á bíðilista.
- Nú summarsins umsóknir eru viðgjørdar, hevur Lestrarskrivstovan í dag sent øllum umsøkjarum svar. Nøkur eru ikki skikkað og hava fingið noktandi svar, onnur eru komin á bíðilista, og so hava 298 skikkaðir umsøkjarar fingið tilboð um lestrarpláss.
Bíðilisti er til fimm útbúgvingar, og fyri at sleppa inn á tær er kravið í minsta lagi hesi miðaltøl: Fólkaskúlalærari (7,5), Sjúkrarøktarfrøði (7,1), Lívfrøði (6,9), Mýlalívsvísindi (5,2) og Námsfrøði (3,2). Heilir 73 søktu at lesa til Fólkaskúlalærara.
Á summum útbúgvingum eru lestrarplássini fleiri í tali enn talið á umsóknum, og ein orsøk er til tað, skrivar Fróðskaparsetrið
- Umsøkjaratalið verður gjørt upp eftir fremstu raðfesting hjá umsøkjarunum, og fleiri hava fingið tilboð um lestrarpláss á tí útbúgvingini, sum tey hava valt sum sína aðru raðfesting í umsóknini. Hetta er til dømis galdandi fyri námsfrøði, har 54 hava fingið í boði eitt lestrarpláss, hóast bara 39 umsøkjarar valdu námsfrøði sum fremstu raðfesting.
Tey 298, sum hava fingið tilboð um lestrarpláss, hava nú freist til klokkan 24:00 tann 1. august til at vátta, at tey taka av plássinum. Eftir hetta verður lýst við møguligum tøkum lestrarplássum. Lestrarárið á Fróðskaparsetri Føroya byrjar annars 19. august 2024.
Til ber at lesa meira um tað her
HER sæst yvirlit yvir, hvussu nógv søktu inn til hvørja útbúgving, og hvussu nógv sluppu inn á
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald