Bólkurin 2SOME - hvørs fasta manning eru vinmennirnir Arni Carlsen og Edmund Jacobsen – er nú til reiðar við sínum næsta staklagi, “I Should Have Known”. Lagið er lagt út á stroymingartænasturnar í dag.
Teir báðir stovnaðu bólkin í 2020 – mestsum av tilvild – og teir hava líka síðani skriva hópin av løgum. Í december 2021 gav 2SOME út fyrsta staklagið – "Goodbye" – og ætlanin var at geva eitt staklag út longu í januar ella februar í ár. Men ymiskar avbjóðingar – millum annað covid-19 - førdu við sær, at allar upprunaligu ætlaninar seinkaðust.
Men nú er ferð aftur komin á 2SOME. Nýggja staklagið heldur sama stíl sum tað fyrsta. Talan er um bleytan pop-rokk við enskum teksti.
Fleiri løg ávegis
Ætlanin hjá 2SOME er at geva fleiri stakløg út komandi mánaðarnar. Talan verður fyri tað mesta um løg á enskum, men væntandi verður okkurt føroykst lag eisini á skránni.
- Vit eru sera væl nøgdir við nýggja lagið, og eru sera spentir um, hvussu móttøkan fer at verða, sigur Edmund Jacobsen, sum tey flestu óiva best kenna sum sangara í navnframa bólkinum Chase. Edmund er búsitandi í Esbjerg í Danmark.
Edmund leggur afturat, at um alt gongur eftir ætlan, so verður 2SOME til reiðar at spæla konsertir í 2023.
Arni Carlsen, ið spælir keyboards í 2SOME hevur drúgvar royndir sum tónleikari, men er uttan iva mest kendur fyri at hava skriva landaplaguna "Eru Vit Til", sum hann gav út saman við bólkinum Enekk í 1990.
Ikki spælt saman áður
Teir báðir hava verði vinmenn síðani teir vóru blaðungir, men teir hava ongantíð áður spælt í sama bólki, og ei heldur skriva tónleik saman.
- Eg heinti nógvan íblástur frá country, meðan Edmund er meira rokkutur. Hettar ger, at tónleikurin er sera miðsøkjandi og melodiøsur, sigur Arni Carlsen, ið hevur bústað í Tórshavn.
“I Should Have Known”
Lag: Arni Carlsen
Orð: Edmund Jacobsen & Stine Tobiesen
Tónleikarar: Arni Carlsen (keys), Edmund Jacobsen (vokal og drum programming), Janus Kampmann (guitar), Line Grønkjær (kór) og Óli Poulsen (guitar og percussion)
Lagt til rættis: Arni Carlsen & Edmund Jacobsen
Mix & mastering: Óli Poulsen
Upptikið í Tórshavn, Esbjerg & Keypmannahavn - marts, apríl og maj 2022
Útgáva: T/A/P/E Sound, juli 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald