2023-09-12 20:13

Sunnudagin boðaði løgreglan úr Eysturjyllandi frá syrgiligari vanlukku, har eitt barn hevði latið lív.
Talan var um eina smágentu, sum var dottin út gjøgnum eitt opið vindeyga á fjórðu hædd, sunnukvøldið. Fallið hevði givið gentuni somikið álvarsligar skaðar, at lívið ikki stóð til at bjargast.
Óhappið fór fram beint við eitt spælipláss, har fleiri fólk vóru til staðar. Løgreglan heitir fólkini á at skaffa sær sálarliga hjálp, orsakað av, at hendingin hevur verið so álvarslig at vitna.
Fyri umhugsni fyri avvarandi, ynskir løgreglan ikki at deila fleiri upplýsingar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald