Uttanlands

"Klokkarin úr Notre Dame" liggur ovast í Fraklandi

Á fronsku Amazon-síðuni sæst, at nógvir fraklendingar hava ognað sær kendu bókina hjá Victor Hugo, síðan eldur kom í dómkirkjuna

Soleiðis sá Notre Dame út, tá eldur kom í mánakvøldið (Mynd: EPA)

Soleiðis sá Notre Dame út, tá eldur kom í mánakvøldið (Mynd: EPA)

2019-04-18 21:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 3 dagar síðan eldur kom í Notre Dame, og meðan fraklendingar bíða eftir, at tey aftur fáa møguleikan at hoyra klokkurnar ringja í dómkirkjuni, eru nógvir teirra farin í holt við søguna um Quasimodo, klokkarin úr Notre Dame.

Bókin "Klokkarin úr Notre Dame", sum franski høvundurin Victor Hugo gav út í 1831, liggur nevniliga ovast á bókahitlistanum á fronsku Amazon-síðuni.

Faktiskt fylla ymiskar útgávur av bókini næstan helvtina av top 10-listanum.

[object Object]

Í 1996 kom Disney við einum teknifilmi, sum varð bygdur á bókina hjá Victor Hugo, og tann filmurin liggur eisini høgt á filmshitlistanum á fronsku Amazon-síðuni.

Men ynskir mann at síggja veruliga dómkirkjuna heldur enn at lesa um hana og síggja hana í teknifilmi, noyðist mann at bíða. Upp til fimm ár kunnu ganga, áðrenn dómkirkjan aftur verður opin fyri almenninginum.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, lovaði fyrradagin, at dómkirkjan fór at verða endurbygd áðrenn OL skal vera í París í 2024, skrivar DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder