Í morgun varð kunngjørt, at 3. flokkur úr Sands skúla fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2021. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: “Hví bresta poppkorn?”.
Hetta skrivar Granskingarráðið á heimasíðu sínari
Handanin fór fram á Sands skúla. Avtala varð gjørd við læraran og skúlastjóran, at umboð fyri Granskingarráðið skuldu koma á vitjan. Næmingarnir vistu ikki av hesum frammanundan, so talan var um ovfarin børn, tá tey komu aftur í skúlastovuna eftir svimjing og har fingu at vita, at tey høvdu vunnið heiðurin.
Heimasíðan gransking.fo skrivar, at ein dómsnevnd við 4 umboðum hevur lisið og mett um frágreiðingarnar. Hesi eru Fríða Poulsen Eysturoy, lærari, Sjúrður Hammer, granskari, Henny Dánialsdóttir, lærari og ráðgevi, og Annika Sølvará vegna Granskingarráðið.
Henny Dánialsdóttir segði milllum annað soleiðis, tá hon kunngjørdi vinnaran:
- Vit hildu, at tykkara uppgáva var væl frágingin. Tit hava valt ein áhugaverdan undranarspurning, og hava sett nakrar góðar hypotesur, áðrenn tit fóru í gongd við at kanna. Kanningarnar vóru væl lýstar, og myndirnar vístu, hvussu tit hava arbeitt sum ordiligir granskarar fyri at svara tykkara undranarspurningi.Arbeiðið var væl skipað og vísti, at tit duga at brúka arbeiðsháttin hjá Vitanarfróða.
Niðurstøðan var, at samanumtikið var sera gott kanningararbeiði, og at tað eisini var eitt gott hugskot at bjóða øllum í skúlanum poppkorcn.
Vinnandi flokkurin fær, umframt heiðurin, 5.000 kr. til flokkin og ein túr saman við granskarum, sum vit fara at leggja til rættis í felag.
Frágreiðingin hjá 3. flokki í Sands skúla kann lesast her
Níggju frágreiðingar frá fýra ymiskum skúlum komu inn til Ársins Vitanarfróðu 2021. Tað varð millum annað granka í "Um Ð er neyðugt at brúka" og "Hví byrja fólk at roykja og snúsa" Allar frágreiðingarnar kunnu lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald