Innanlands

3. flokkur savnað nærum 30.000 krónur til børn í Ukraina

3.b í Sankta Frans skúla hevur latið 29.700 krónur til Barnabata, sum saman við RedBarnet savnar pening inn til børn, sum eru rakt av krígnum í Ukraina

(Mynd: Barnabati/Facebook)

(Mynd: Barnabati/Facebook)

2022-04-04 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

3.b í Sankta Frans skúla í Havn hevur savnað fløskur, havt tombola, kaffisølu og selt ymiskt annað, tey sjálvi hava tilvirkað.

Hetta hava tey gjørt fyri at savna inn pening til børn, sum eru rakt av krígnum í Ukraina, og fingu tey heilar 29.700 krónur inn.

Barnabati skipar saman við RedBarnet fyri innsavning til børnini, sum eru rakt av krígnum í Ukraina, og eru tey í felagsskapinum ovfarin og takksom fyri stuðulin.

– Fyri pengarnar kunnu heili 80 familjur fáa mat, klæðir, heilivág og tak yvir høvdið. Tey í 3. b kunnu vera errin av, at tey veruliga hava gjørt mun, skrivar Barnabati á Facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder