672 partar. Í gongd við "season" nummar 31. Simpson-famlijan: Homer, Marge, Bart, Lisa, Maggie og hundurin "Santa’s Little Helper’s" hava verið støðugt at síggja í trý áratíggju.
Fyrsti parturin, Simpsons Roasting On An Open Fire, varð sendur eina viku fyri jólaftan í 1989. Síðani er heimurin við Springfield, sum Matt Groenng fyrst og fremst stendur aftanfyri, vorðin kendur fyri ógvuliga nógv fólk kring heimin. Teir ymisku persónarnir, sum Flanders, Moe, Mr. Burns og Principal Skinner, ganga aftur. Øll eru teknaði við gulari húð, og eingin í Springfield eldist veruliga.
Til tíðir hevur The Simpsons verið serliga væl dámt, og tað var miðskeiðis í 00'unum, at røðin toppaði. Í 2007 kom ein filmur út, sum bara bar heitið "Simpsons The Movie". Meira enn 500 milliónir dollarar komu inn eftir biografsýningarnar.
Tað tykist ikki sum, at røðin er við at fáa nakran enda. Al Jean, ið skrivar røðina, hevur váttað at ár nummar 32 er í gongd, og at ongar ætlanir eru at endað The Simpsons eftir hetta.
Uttanlands
30 ár við The Simpsons
Familjan úr Springfield hevur verið á sjónvarpskíggjunum síðani desember í 1989. Tað er longst koyrandi skemtirøðini og teknirøðin í USA
Homer Simpson er høvuðspersónurin í røðini, og tann sum tey flestu seta í samband við The Simpsons
2019-12-18 17:11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald