Mentan

30 ára føðingardagsveitsla í Vestmanna

MC-Hár hava seinastu árini livað eina stilla tilveru, men kunnu í ár hátíðarhalda sín 30 ára føðingardag og tað verður gjørt í Vestmanna næsta leygardag

MC Hár (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

MC Hár (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-09-03 20:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroysku rapp rokk pionerarnir MC-Hár hava seinastu árini livað eina stilla tilveru, men kunnu í ár hátíðarhalda sín 30 ára føðingardag og tað verður gjørt í Vestmanna.

Stovnaðir í djúpu kreppuni í 1991 var bólkurin partur av ljóðmyndini til nítiárini í Føroyum. Fløgan Framvegis uttan vit, gav korrektheitini ein frammaná, og ung í øllum aldrum tóku løg sum Jomfrú rapp, Tú ert deyðir og Andaliga samveru til sín.

Á Prix Føroyum 99 var MC-Hár farligi avbjóðarin, ið blandaði seg við favorittarnir og vann seg uppá eitt triðja pláss. Hetta gjørdist lopfjølin til tær stóru konsertirnar í høllum kring Føroyar, og sum høvuðsnavn á ólavsøkukonsertini og á fyrsta G! Festivalinum, umframt luttøku á Spot Festivalinum í Århus.

Seinastu 15-20 árini hevur bólkurin verið virkin árliga ella hálvárliga, og hevur m.a. spælt á fleiri ólavsøkukonsertum enn nakar annar bólkur, á Summarfestivalinum, í Loppen á Christiania og á flestu føroysku pallum.

Tað eru tó heili 26 ár síðan, at MC-Hár seinast spældi í Vestmanna á Rock í Føroyum konsert. Tí hevur tað ein nærum siðsøguligan dám, at bólkurin eisini verður við, nú Rokkur í Vestmanna, kanska størsta rokktiltak á árinum, verður á Bakkavegi oman fyri Vestmanna Seafood og framman fyri kommunuskrivstovuni.

Rokkur í Vestmanna er partur av Vestmannadøgunum, ið eru í Vestmanna í døgunum 6. til 12. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder