
Ætlanin hevur leingi verið at byggja íbúðir á Lambatrøðni á Argjum, og í gjár samtykti býráðið í Tórshavnar kommunu at broyta byggisamtyktina á Lambatrøð, og loyva umsøkjara at gera íbúðir á staðnum.
Málið var fyrstu ferð fyri í 2019, men ein meiriluti í byggi- og býarskipanarnevndini tá ynskti at varðveita dámin á økinum sum sethúsaøki, og samtykti tí ikki at ganga umsóknini á møti. Nú nýggjur meiriluti er í býráðnum er málið á skránni aftur, og tað var á býráðsfundi í gjár varð samtykt at broyta byggisamtyktina, so íbúðir kunnu byggjast.
Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu til at góðkenna eitt uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri økið.
Talan er um 5 bygningar í tveimum hæddum við tilsamans 30 íbúðum, 20 íbúðir uppá 72 fermetrar og 10 uppá 90 fermetrar. Bilskýli, parkeringsøki, reinsiverk og fríøki eru eisini á trøðni.
Lambatrøðin liggur í A1 øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, og sambært ásetingunum kunnu íbúðir loyvast, um serstøk byggisamtykt verður gjørd fyri økið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald