2019-05-15 18:02
30 kilo tunga Kay Bojesen apan, sum varð stolin úr Trapholt-listasavninum í Kolding náttina til 10. desember 2018, er nú aftur á listasavninum.
Ein 24 ára gamal maður varð handtikin fyri at hava stolið apuna og varð í januar skuldsettur í málinum.
Stjórin á listasavninum, Karen Grøn, sigur, at Kay Bojesen apan er gjørd í verkstaðnum hjá sjálvum Kay Bojesen, og at hon tí er heilt serlig.
Mett verður at apan hevur eitt virði á 100.000 kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald