Innanlands

30 nýggir tilburðir staðfestir

1.225 koronukanningar vórðu gjørdar jólaaftan. Harvið er positivprosentið 2,45 - smittutalið er lægri enn í gjár, og nú eru trý innløgd við koronu

2021-12-25 13:58 Author image
Agnar Prestá

At jólaaftan var í gjár, sæst í talið av koronukanningum, ið var væl lægri enn tað hevur verið í miðal fyri hvønn dag seinastu tíðina.

1.225 koronukanningar vórðu gjørdar jólaaftan, og 30 nýggir tilburðir vóru staðfestir. Hetta gevur eitt positivprosentið á 2,45.

Samlaða talið av smittaðum er nú 445 - tað er 29 lægri, enn tað var í gjár, sambært tølunum á corona.fo.

Ein persónur afturat við koronu er innlagdur. Tú er talið av innløgdum trý.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald