Í gjárkvøldið kom seinasti bussurin við føroyingunum, sum ikki komu beinleiðis við Atlantic í sunnumorgunin, so nú eru alir endiliga savnaðir.
Allir teir gott og væl 300 føroyingarnir sum eru farnir til Spania á Teenstreet legu.
TeenStreet er tvørkirkjulig altjóða lega fyri tannáringar. TeenStreet byrjaði í Týsklandi í 1993. Síðani tá hava tannáringar í tíggjutúsundatali luttikið á legum runt um í øllum heiminum. Men eins og á so nógvum øðrum økjum, so setti korona eisini eina bremsu fyri altjóða TeenStreet legunum. Hetta førdi við sær, at fyrrárið og í fjør vóru bara smærri lokalar legur hildnar innanlands í teimum ymsu londnum.
Men í ár er øðrvísi, og sunnudagin byrjar lega nakað uttanfyri Barcelona, hagar 304 føroyingar fara at leita sær. Av hesum eru tað 209 tannáringar, ið fara á legu, restin eru vaksin hjálparfólk og børn hjá hesum.
Á leguni í Spania, sum er frá sunnudegnum og til seint fríggjakvøldið, eru ungfólk úr spania, Italia, Fraklandi, Portugal, Grikkalandi, Týsklandi og úr Føroyum.
Landsbólkafundur var í gjárkvøldið, har føroyska leiðslan, Andrias Magnussen og Randi og Símun Hansen hava samlað allar føroyingarnar saman og hava greitt frá hvat, tey kunnu vænta á og av leguni umframt og áminningar um reglur og eisini ymiskt annað, sum er gott at hoyra í byrjanini av slíkari legu.
Millim annað var stórur dentur lagdur á, at minnast til at smyrja seg væl inn við sólkremi og at drekka nokk í hesum hitanum, skrivar Teenstreet á Facebook.
Í morgun var fyrsta morgunløtan tá bíbliutímin í Mainhall var farin í gongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald