Mentan

300.000 krónur til Fuglafjarðar

Eyð Mohr úr Fuglafirði kom í gjøgnum í Gekkinum við fullari plátu

2020-11-13 20:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eyð Mohr úr Fuglafirði gjørdi kuppið í kvøld, tá hon kom í gjøgnum í Gekkinum við fullari plátu.

Gekkurin í kvøld var 800.000 krónur, og Eyð valdi at deila vinningin í trý fyri at økja um møguleikan at vinna.

Og hon vann. Í fyrsta snari lendi hon á 10.000 krónum, men valdi at royna eydnuna einaferð afturat. Rætt gjørdi hon, tí í øðrum snari lendi hon á gula leypinum, sum gav henni 300.000 skattafríarkrónur.

- Ja, eg sigi takk fyri, vóru stuttu boðini frá einari glaðari Eyð Mohr.

Næsta fríggjadag er Gekkurin 600.000 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder