Innanlands

301 vórðu koppsett fyri koronu í gjár

Tað gongur framvegis heldur seint við at koppseta, í mun til hvør ætlanin var - nú eru 61 prosent av íbúgvunum liðugt koppsettir, og umleið 3.200 fólk bíða eftir at fáa seinnu koppsetingina

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2021-08-12 12:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, mikudagin 11. august, vórðu 301 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. Harav fingu 145 fólk fingu fyrra prikið og 156 fólk fingu tað seinna.

Hetta skrivar corona.fo.

Nú hevur beint yvir ein triðingur fingið fyrru koppsetingina. Tað eru 35.793 fólk -  67,1 prosent 

32.602 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett. Tað svarar til 61,1 prosent av samlaða fólkatalinum í Føroyum.

Harvið eru tað nú bert beint yvir 3.000 fólk, ið bíða eftir at fáa seinnu koppsetingina, og tað restar framvegis nakað væl eftir í, í mun til at fáa floksverju.

Tilsamans eru 68.395 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder