Hagstova Føroyar: Í desember vóru sløk hundrað fólk fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað árið fyri. Tað svarar til ein vøkstur upp á 0,3 prosent.
Hetta er ein lakari vøkstur enn undanfarin ár. Tað sæst í hesum sambandi millum annað, at talið av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti ikki er vaksið eins og nógv, sum undanfarin ár.
Í desember vóru 30.244 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 91 starvsfólk, ella 0,3 prosent, fleiri enn desember árið fyri.
Fleiri menn — men eingin broyting hjá kvinnunum
Í desember vóru um 15.500 menn og knapt 14.750 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við desember árið fyri var næstan eingin broyting hjá kvinnum, sum vóru tríggjar færri. Menninir vóru næstan hundrað fleiri, sum svarar til ein vøkstur upp á 0,6 prosent.
Kvinnur, sum arbeiða undir almennum ræði, verða alsamt fleiri
Í desember arbeiddu sløk 60 prosent av starvsfólkunum hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Góð 40 prosent arbeiddu hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, ið fevnir um almennar stovnar og almenn partafeløg.
Av kvinnunum í starvsfólkaskaranum arbeiddu góð 60 prosent hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði í desember. Gongdin niðanfyri vísir, at hetta er tann bólkurin, ið er vaksin lutfalsliga mest tey seinastu árini.
Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, hava harafturímóti havt eina negativa gongd tey seinastu tvey árini.
Hjá monnum er myndin øðrvísi. Tríggir av fýra monnum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Gongdin á grafinum vísir, at teir eru vorðnir støðugt fleiri seinastu árini. Talið av monnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, er meira støðugt.
Flest starvsfólk leggjast afturat almennu vinnugreinunum
Samanborið við desember árið fyri, komu flest starvsfólk í vinnugreinarnar "Almenn fyristing og verja" og "Heilsu- og almannaverk". Fleiri enn hundrað starvsfólk vóru løgd afturat í hesum báðum vinnugreinunum. Serliga sæst, at starvsfólkatalið í "Virksemi á stovnum" undir "Heilsu- og almannaverk" er vaksið nógv. Tey eru næstan 7 prosent fleiri enn í desember í 2023 ella knapt 150 fleiri starvsfólk.
Umvent hevði "Framleiðsluvinna" størstu minking av starvsfólkum bæði í tali og lutfalsliga. Í framleiðsluvinnuni vóru starvsfólkini góð 160 ella 4,8 prosent færri í desember í mun til árið fyri.
Starvsfólk (høvuðsstarv), høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara
des 2023 – des 2024
desember | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023 | 2024 | Í tali | % | |
Tils. (høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara) | 30.153 | 30.244 | 91 | 0,3 |
A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða | 2.276 | 2.236 | -40 | -1,8 |
A01 Plantu- og húsdjóraaling, veiða og tænastur í hesum sambandi | 50 | 50 | 0 | 0,0 |
A03 Fiskiveiða og aling | 2.226 | 2.186 | -40 | -1,8 |
A03.11.10 Botnfiskiveiða | 645 | 683 | 38 | 5,9 |
A03.11.15 Botnfiskiveiða, ið er virkað umborð | 307 | 269 | -38 | -12,4 |
A03.11.20 Uppsjóvarveiða | 406 | 393 | -13 | -3,2 |
A03.19.90 Onnur fiskiveiða | 63 | 55 | -8 | -12,7 |
A03.20.00 Aling | 805 | 786 | -19 | -2,4 |
C Framleiðsluvinna | 3.431 | 3.267 | -164 | -4,8 |
D El-, gass- og fjarhitaveiting | 197 | 206 | 9 | 4,6 |
F Byggivinna | 2.651 | 2.736 | 85 | 3,2 |
G Heil- og smásøla; umvæling av akførum | 3.884 | 3.887 | 3 | 0,1 |
H Flutnings- og goymsluvinna | 1.754 | 1.760 | 6 | 0,3 |
I Gisting og matstovuvinna | 1.051 | 1.018 | -33 | -3,1 |
J Kunning og samskifti | 751 | 716 | -35 | -4,7 |
K Fígging og trygging | 697 | 701 | 4 | 0,6 |
L Søla, útleiga og umsiting av fastognum | 89 | 88 | -1 | -1,1 |
M Serkøn, vísindalig og tøknilig tænastuveiting | 840 | 885 | 45 | 5,4 |
N Umsitingarligar o.l. tænastuveitingar | 495 | 495 | 0 | 0,0 |
O Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar | 5.214 | 5.344 | 130 | 2,5 |
P Undirvísing | 1.928 | 1.890 | -38 | -2,0 |
Q Heilsu- og almannaverk | 3.896 | 4.011 | 115 | 3,0 |
Q86 Heilsuverk | 1.494 | 1.477 | -17 | -1,1 |
Q87 Virksemi á stovnum | 2.139 | 2.287 | 148 | 6,9 |
Q88 Almannatiltøk uttan fyri stovnarnar | 263 | 247 | -16 | -6,1 |
R List, undirhald og ítróttir | 453 | 450 | -3 | -0,7 |
S Aðrar tænastuveitingar | 435 | 434 | -1 | -0,2 |
Stígur komin í vøksturin av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti
Fyri at hava føroyskt bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum.
Seinastu árini eru tey vorðin munandi fleiri í starvsfólkaskaranum, sum ikki hava føroyskt bústaðartilknýti. Hesin vøksturin er nú viknaður. Í desember vóru tað knapt 20 starvsfólk ella knapt 1 prosent fleiri í mun til 2023. Vøksturin frá desember 2022 til desember 2023 var góð 110 persónar, sum svarar til knapt 6 prosent. Munurin millum desember 2021 og 2022 var 24 prosent.
Tjúgu prosent færri hjástørv í mun til árið fyri
Talið av hjástørvum var knapt 20 prosent lægri í jólamánaðinum samanborið við árið fyri. Miðaltalið av størvum fyri hvørt starvsfólk lá tó beint yvir 1,2. Tað er á leið tað sama sum undanfarnu mánaðirnar.
Mátini um størv og arbeiðsgevarar eru greidd frá í kassanum niðanfyri greinina.