2024-11-22 16:16

Løgreglan handtók í gjárkvøldið um tíggju tíðina ein 31 ára gamal útlending í Skálafirði. Maðurin var í grundlógaravhoyring í dag varðhaldsfongslaður í fýra vikur, veit útvarpið.
Málið snýr seg um drápsroynd. Útlendingurin skal hava stungið ein mann, ein føroying, í bringuna við knívi.
Maðurin kláraði at verja seg, men hevur stungusár í bringuni, skrivar Kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald