Innanlands

31 fakfeløg tala at: - Støðan á arbeiðsmarknaðinum kann als ikki góðtakast

Eitt felags skriv er komið burturúr fundinum hjá fakfeløgunum, sum hevur verið í Smæruni seinnapartin. Samráðingarhátturin seinastu árini er als ikki hin rætti verður millum annað staðfest

Frá mótmælisgonguni hjá fakfeløgunum seinnapartin. - Mátin, sum samráðingarnar hava verið skipaðar seinastu árini, er ikki í lagi, og henda støðan er ein høvuðsorsøk til fastlæstu støðuna, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er komið í (Mynd: Pedagogfelagið)

Frá mótmælisgonguni hjá fakfeløgunum seinnapartin. - Mátin, sum samráðingarnar hava verið skipaðar seinastu árini, er ikki í lagi, og henda støðan er ein høvuðsorsøk til fastlæstu støðuna, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er komið í (Mynd: Pedagogfelagið)

2023-10-31 15:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fakfeløgini vísa nú alment sína ónøgd við Fíggjarmálaráðið og støðuna á almenna arbeiðsmarknaðinum. Hetta við skrivið, sum nú er handað Ruth Vang.

Tað er serliga tann hátturin, ið Fíggjarmálaráðið nýtir til samráðingar. Ein stórur trupulleiki, sambært almenna skrivinum seinnapartin, er, at arbeiðsgevarin hevur tikið sær bæði leiðslurættin og rættin at gera av setanar- og lønarviðurskiftini hjá arbeiðstakaranum.

Hetta stríðir ímóti sonevndu septembersemjuna frá 1899. Tey 31 fakfeløgini vísa serliga á tey síðstu árini og peika eftir Fíggjarmálaráðnum: 

- Mátin, sum samráðingarnar hava verið skipaðar seinastu árini, er ikki í lagi, og henda støðan er ein høvuðsorsøk til fastlæstu støðuna, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er komið í.

Tað er ov fastlæst stendur í skrivinum, sum 31 fólk skrivaðu undir eftir vælvitjaða fundin í Smæruni seinnapartin. Hetta ger, at tað er ov long bíðirøð til samráðingarborðið og at ov nógv arbeiða og leingi við útgingnum sáttmála. 

Alt skrivið frá teimum 31 fagfeløgunum til landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum kann lesast undir myndunum: 

[object Object]

[object Object]

Til Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum   

Støðan á almenna arbeiðsmarknaðinum í dag er átaluverd og kann als ikki góðtakast.

Síðani septembersemjuna í 1899 hava vit í Norðurlondum bygt á skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum. Norðurlendska modellið, ið vit breggja okkum av, er um at fara í sor her í Føroyum av háttinum, Fíggjarmálaráðið hevur skipað samráðingarnar seinastu árini.

Septembersemjan tryggjaði øllum rætt til at skipa seg í feløg við rættindum at samráðast um setanar- og lønarviðurskifti. Afturfyri fekk arbeiðsgevarin leiðslurættin. Sum samráðingarnar nú eru skipaðar, hevur arbeiðsgevarin tikið sær bæði leiðslurættin og rættin at gera av setanar- og lønarviðurskiftini hjá arbeiðstakaranum.

Mátin, sum samráðingarnar hava verið skipaðar seinastu árini, er ikki í lagi, og henda støðan er ein høvuðsorsøk til fastlæstu støðuna, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er komið í.

Tað er einki rásarúm, tá ið vit seta okkum við samráðingarborðið, tí alt er púra fastlæst. Hetta ger eisini, at køin til samráðingarborðið er long, og at limir okkara í fleiri ár arbeiða eftir einum sáttmála, ið er uppsagdur, og fyri eina løn, ið ikki er dagførd.

Vit krevja veruligar samráðingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder