2024-04-19 12:22
Løgreglan hevur aftur í nátt verið úti við saksinum. 16 bilar mistu pláturnar í norðurøkinum og 15 akfør í høvuðsstaðarøkinum.
Orsøkin er at vegskatturin fyri fyrra hálvár 2024 ikki er goldið.
Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.
Akstovan læt fyrr í vikuni politistøðunum kring landið 684 mál um vegskattaeftirstøður. So næstu dagarnar eru fleiri, sum kunnu vænta at missa pláturnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald