Innanlands

31 prosent av fólkinum liðugt koppsett

Nærum 26.000 fólk eru koppsett fyri koronu, og yvir 16.500 eru liðugt koppsett

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-21 10:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 42.457 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 25.952 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 16.505 hava fingið seinnu koppsetingina, skrivar corona.fo.

Hetta svarar til, at 48,7 prosent av fólkatalinum – nærum helvtin – hava fingið fyrru koppsetingina, og at 31 prosent av fólkinum – nærum ein triðingur – eru liðugt koppsett.

Í gjár vórðu 804 fólk koppsett. 84 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 720 fólk fingu seinnu koppsetingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder