Uttanlands

313 lík funnin í hópgrøv í Sýria

Talan er helst um fólk, ið hava búð í Raqqa, sum var IS-høvuðssæti í landinum. Næstan 5.000 lík eru nú gravaði upp í økinum seinastu 18 mánaðirnar

Arbeiðsmenn við enn einum líki - Mynd: cbc.ca

Arbeiðsmenn við enn einum líki - Mynd: cbc.ca

2019-07-16 08:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógvir ræðuleikar eru farnir fram í Sýria seinastu árini. Í seinasta mánaði varð enn ein hópgrøv funnin uttanfyri býin Raqqa í norðara parti av landinum. Raqqa er kendur fyri, at hava verið høvuðssæti hjá Islamiskum Stati í landinum (ISIS) Í 2017 tóku syriskir hermenn býin aftur, við stuðli frá amerikumonnum. 

Býurin varð undur harðednum valdi, har mótstøðufólk av víðgongda ISIS-sýrinum vórðu myrd. Í hópgrøvini ið var funnin í seinasta mánaði eru higartil 313 lík gravaði upp. Tað verður roknað við, at talan eru um fólk, ið hava búð í býnum, og eru deyð ella myrd, áðrenn hann var tikin aftur av sýrum. Nú verða nógvir líkskurðir gjørdir hvønn dag, fyri at kanna nær mennirnir, kvinnurnar og børnini lótu lív og á hvønn hátt.

Síðani januar í fjør eru 4,760 lík funnin í hópgrøvum í og rundanum Raqqa.

Keldur: AP og CBC  

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder