Í mai vóru 319 persónar í Føroyum raktir av arbeiðsloysi, og tað eru 82 fleiri enn í mai í fjør, skrivar Hagstovan.
Í mai var arbeiðsloysið í Føroyum 0,9 prosent, ið svarar til 285 fulltíðararbeiðsleys, og tað er ein hækking í mun til sama mánað í fjør, tá arbeiðsloysið var 0,7 prosent, svarandi til 209 fulltíðararbeiðsleys - persónar, sum eru faktir av arbeiðsloysi allan mánaðin.
Í mai vóru 167 fulltíðararbeiðsleysir menn, ið svarar til 1,0 prosent - 0,3 prosentstig hægri enn í sama mánað í fjør. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 0,8 prosent ella 118 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. Tað er 0,1 prosentstig hægri samanborið við mai í fjør.
Í mai vóru 30 persónar ella 9,4 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald