Innanlands

32 bilar mistu nummarpláturnar í nátt

Hildið verður fram við átakinum komandi næturnar

2024-04-18 09:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Herfyri fekk løgreglan sendandi ein langan lista sendandi frá Akstovuni yvir bilar, har eigararnir ikki hava rindað vegskatt. Løgreglan hevur fingið boð um at taka nummarpláturnar av bilunum um ikki eigarin kann vísa prógv fyri, at skuldin er rindað.

Í nátt vórðu nummarpláturnar tiknar av 32 bilum. 12 í høvuðsstaðarøkinum og 20 í norðurøkinum, sum umfatar Eysturoy og Norðoyggjar.

Átakið heldur fram komandi næturnar, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder