Innanlands

32 fosturtøkur framdar í fjør

Seinastu átta árini hevur miðaltalið verið um 25 árliga, og er talið fyri í fjør tí nakað hægri enn undanfarin ár, men tó hevur Føroyar lægsta fosturtøkutíttleikan í Norðanlondum, sigur Hagstovan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-10 15:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2021 vórðu 32 fosturtøkur framdar í Føroyum.

Seinastu átta árini hevur miðaltalið verið um 25 árliga, og er talið fyri í fjør tí nakað hægri enn undanfarin ár, skrivar Hagstovan.

Talið á fosturtøkum í fjør var áleið tað sama sum fyri eini 10 árum síðani, men tað er tó nógv lægri enn tað var frá 1980unum og fram til 2004, og framvegis er tað nógv lægsta talið í Norðurlondum.

Hagstovan skrivar, at av tí at tølini eru smá, kunnu sveiggini vera stór frá einum ári til annað. Tó er gongdin greið, har tølini sum heild hava verið minkandi, eisini tá talið á fosturtøkum verður roknað í mun til talið á livandi føddum.

Í seinnu helvt av 90unum vóru fosturtøkurnar í miðal 50. Eftir aldarskiftið vóru tær um 40-45, og í fyrru helvt av 10unum vóru tær um 30. Síðan 2015 hava tær verið um 25.

Tá hugt verður at aldursbýtinum í fosturtøkutíttleikanum – roknað eftir talinum á kvinnum í hvørjum aldursbólki – er tað nú lægst millum yngstu kvinnurnar, síðan veksur til tað mesta í aldursbólkinum 25-29, og síðani minkar støðugt í teim eldru aldursbólkunum.

Samanborið við hini Norðurlondini, hevur Føroyar nógv lægsta títtleikan – roknaður fyri talið á fosturtøkum í mun til talið á livandi føddum. Her er títtleikin um 50 fyri hvørji 1.000 livandi fødd, samanborið við 200-300 í hinum Norðurlondunum. Undantikið í Grønlandi, sum er í serstøðu, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder