
Úrslitið hjá Føroya Tele-samtakinum gjørdist góðar 31 milliónir krónur eftir skatt. Føroya landsstýri, sum eigur televeitaran fær 32 milliónir krónur í vinningsbýti.
Síðani 1998, tá ið Føroya Tele varð skipað sum eitt partafelag, hevur eigarin, Føroya Landsstýri, fingið í alt 375 milliónir krónur í vinningsbýti, og sum partafelag hevur Føroya Tele higartil gjørt íløgur í materiella og immateriella støðisogn fyri yvir 2,8 milliardir krónur. Í 2020 vórðu vinningsbýtið og íløgurnar ávikavist 32 milliónir krónur og 131 milliónir krónur.
Áðrenn skatt varð úrslitið slakar 38 milliónir krónur. Sammett við árið fyri er úrslitið eftir skatt góðar 2 milliónir krónur lægri. Úrslitið er merkt av øktum rakstrarkostnaði, sum í stóran mun stavar frá umvælingum av millumoyggjasjókaðlum, ið fingu skaða av illveðri í fyrsta ársfjórðingi, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi í dag.
Í 2020 gjørdi samtakið íløgur fyri 131 milliónir krónur. Stórar íløgur vórðu gjørdar í verkætlanina, sum hevur til endamáls at breiða fipur út kring allar Føroyar. Hetta er ein langtíðarætlan, ið tryggjar, at føroyingar framhaldandi kunnu hava eitt tað besta og mest útbreidda internetið í øllum heiminum.
Nýggjar sendistøðir, stórar kundaloysnir og tunnilsdagføringar myndaðu arbeiðið at náa málinum um at veita eitt farnet við 100% landafrøðiligum dekningi.
Økt virksemi uttanlands
Føroya Tele arbeiðir miðvíst við at økja inntøkugrundarlagið við at vinna kundar uttanlands. Í 2020 fór arbeiðið í gongd við at leggja 220 kilometra langa sjókaðalin, ið hevur fingið heitið HRONN.
Sjókaðalin gongur millum høvuðsskrivstovuna hjá Total í Esbjerg og Halfdan-oljuøkið í danska partinum av Norðsjónum. Hóast koronu varð arbeiðið liðugt og handað Total í november 2020.
Nevndin heldur fram
Nevndin á Føroya Tele er mannað av fýra nevndarlimum, sum eru valdir av Føroya Landsstýri, og trimum starvsfólkavaldum nevndarlimum. Nevndarlimir hjá landinum standa fyri vali á hvørjum ári, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur ikki gjørt broytingar í nevndini í ár.
Bjarni Arnason, Johnni M. Poulsen, Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Nielsen vórðu sostatt afturvald á aðalfundinum. Starvsfólkavaldu nevndarlimirnir eru Ólavur Simonsen, Levi T. Nybo og Finnbjørn Simonsen.
Nevndin hevur skipað seg við Bjarna Arnason sum formanni og Johnni M. Poulsen sum næstformanni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald