Innanlands

32 persónar smittaðir á russiskum trolara í Runavík

Ein teirra er í løtuni innlagdur á Landssjúkrahúsinum. Men møguleikin fyri, at onnur enn manningin umborð er smittað, er ógvuliga avmarkaður

Karelia (Savnsmynd: Esmar Klakkstein)

Karelia (Savnsmynd: Esmar Klakkstein)

2021-06-20 21:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

32 persónar hava fingið staðfest koronusmittuna umborð á russiska trolaranum AK-0749 Karelia, sum í løtuni liggur við bryggju í Runavík. Ein teirra er í løtuni innlagdur á Landssjúkrahúsinum. Tað upplýsir landslæknin á corona.fo.

Teir 32 tilburðirnir byggja á úrslit frá kanningum av allari manningini á russiska trolaranum, ið telir 75 persónar. Møguleikin fyri, at onnur enn manningin umborð er smittað, er ógvuliga avmarkaður.

Russiski trolarin er í løtuni avbyrgdur. Løgreglan hevur eitt vakið eyga við økinum, har trolarin liggur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder