Innanlands

323 metrar eftir at bora

Koma ígjøgnum fyrst í nýggja árinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-08 08:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

76 metrar vóru boraðir í Sandoyartunlinum í síðstu viku.

Nú verður bara borað frá Gomlurætt, har seinkar annars hava verið seinastu vikurnar. Boritoymið kom á eina gongd við vánaligum tilfari.

Í síðstu viku góvust teir at bora Sandoyarmegin. Har vóru tá boraðir 5.600 metrar. Arbeiðið verður riggað av har, og fyrireikingarnar at gera tunnilin lidnan byrjar.

Tilsamans eru nú 10.463 metrar av 10.786 metrum boraðir í Sandoyartunlinum. Sostatt eru 323 metrar eftir.

Ætlanin var at koma ígjøgnum áðrenn nýggjár, men orsakað av vánaliga tilfarinum, verður tað helst stutt eftir nýggjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder