2026-08-25 12:51
0,9 prosent av føroysku arbeiðsmegini var uttan arbeiði í juli mánaði – tað er 0,1 prosentstig minni enn í juli í fjør. Tað vísir nýggjasta uppgerðin fyri arbeiðsloysi hjá Hagstovuni.
Í juli vóru 323 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 53 færri enn í sama mánað árið fyri 131 av teimum vóru kvinnur og 192 menn.
Í juli var arbeiðsloysið minst í Vága og Norðoya økjum við 0,6 prosentum. Í Suðuroyar øki var arbeiðsloysið størst við 2,2 prosentum, sum er 0,2 prosentstig lægri samanborið við juli í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald