Innanlands

3.266 harur skotnar í ár

Tær flestu av teimum, 208, í Kvíggjarhamarshaga. Hetta vísa skrásettu hagtølini

2019-12-30 16:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

336 skrásettir túrar eru gjørdir sambært haran.fo. Her eru tó ikki allir túrar skrásettir enn. Tær nakað yvir 3.000 harur 

Tað er Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði, ið savnar inn tølini. Hann segði í Útvaprstíðindunum á middegi at millum annað spælir veðrið inn, í mun til hvussu nógvar harur verða skotnar. Hann metir, at samlaða talið fyri 2019 verður helst áleið 5.000.

Kvíggjarhamarshaga í Saksun er higartil besti hagi í ár: Yvir 200 harur uppá 8 túrar. 

Eftir gamlárskvøld, í morgin, er ikki loyvt at skjóta harur í hagunum í Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder