Uttanlands

33 ára gamal dani ákærdur fyri yvirgang

Royndi at koyra á fólk á eini gongugøtu í Aarhus í farna mánaði

Frederiksgade í Aarhus (Mynd: Google)

Frederiksgade í Aarhus (Mynd: Google)

2022-08-16 10:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 33 ára gamal maður, sum 18. juli royndi at koyra á fólk á gongugøtuni í Aarhus, verður nú ákærdur fyri yvirgang.

Tað kom fram á einum rættarfundi í Aarhus í dag.

33 ára gamli maðurin er ákærdur fyri at hava roynt at fremja yvirgang, tá hann í Mercedes bili sínum við eini ferð á minst 50 kilometrar um tíman koyrdi móti fólki í Frederiksgadi, sum vóru noydd at renna undan fyri lívinum.

Sambært ákæruni koyrdi maðurin frá ráðhúsplássinum og oman eftir gongugøtuni, Frederiksgade, og hevði kós móti fleiri persónum. Síðan vendi hann bilinum í royndini at raka onnur tilvildarlig fólk til gongu.

Ongin varð raktur, og maðurin var fáar tímar seinni fangaður í sambandi við at hann sjálvur ringdi eftir hjálp, tí okkurt varð galið við bilinum. Maðurin hevur sitið í varðhaldi á einari psykiatriskari deild síðan 19. juli, og skal fyribils verða innilæstur fram til 9. september. Sjálvur noktar hann seg sekan.

Sambært fráboðan frá løgregluni í Eysturjútlandi, er málið kannað í samstarvi við fregnartænastuna, PET. Sambært løgregluni er tó einki, ið hendir á, at maðurin gjørdi hetta í samstarvi við onnur, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder