Innanlands

33 føroyingar fingið fjórða prik

66 fólk eru koppsett fyri koronu higartil í mars, og framvegis eru nøkur, sum fáa sær fyrstu koppsetingina, meðan nøkur nú verða koppsett fyri fjórðu ferð

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-09 16:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri góðari viku síðani fóru allar koronuavmarkingarnar úr gildi í Føroyum, og Sjúkrahúsverkið gavst at hópkanna. Men framvegis verður koppsett fyri koronu, hóast talið á koppsetingum er nakað væl minni nú, enn tað hevur verið áður.

Korona.fo skrivar, at 66 fólk eru koppsett fyri koronu higartil í mars. Av teimum hava átta fólk fingið fyrsta prik, seks næsta prik, 44 fólk hava fingið triðja prikið, og átta fólk hava fingið fjórða prik.

Nú hava 41.725 fólk í Føroyum fingið fyrru koppsetingina, og 40.911 fólk hava fingið seinnu koppsetingina. 21.421 fólk hava fingið trý prik, og 33 fólk hava fingið fýra prik.

Tilsamans eru sostatt 104.090 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 93 prosent av fólkinum – 12 ár og eldri – eru koppsett fyri koronu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder