Innanlands

33 læknar hava tikið høvuðsútbúgving í almennum medisin í Føroyum

Kommunulæknaútbúgvingin í Føroyum hevur nú 20 ár á baki. Hon er framvegis tann einasta læknaliga serútbúgvingin, sum tað í fullum líki ber til at taka í Føroyum, men lagt er afturat á summum økjum. 21 av teimum 35 kommunulæknunum í landinum hava tikið sína útbúgving her

- Vit stremba eftir, at tað skal vera møguligt at taka so nógvar serútbúgvingar sum møguligt í Føroyum... Tí eru læknaligu útbúgvingarnar í føroyska sjúkrahúsverkinum avgjørt eitt øki, sum framhaldandi fer at hava høga raðfesting, sigur Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

- Vit stremba eftir, at tað skal vera møguligt at taka so nógvar serútbúgvingar sum møguligt í Føroyum... Tí eru læknaligu útbúgvingarnar í føroyska sjúkrahúsverkinum avgjørt eitt øki, sum framhaldandi fer at hava høga raðfesting, sigur Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-03 17:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðan 1. mars 2002 hava 33 læknar tikið høvuðsútbúgving í almennum medisini – kommunulæknaútbúgving – í Føroyum. Tann seinasti í røðini bleiv liðugur við útbúgvingina mánadagin 28. februar.

Hetta skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðu sínari í dag, har víst verður á, at áhugin fyri øðrum læknaligum útbúgvingum í Føroyum eisini er stórur, og har landstýrismaðurin staðfestir, at útbúgvingarnar framhaldandi fara at hava høga raðfesting, sigur landsstýrismaðurin

Støðugt fleiri hava tikið sína útbúgving í Føroyum

Fyri at gerast kommunulækni krevst serútbúgving, eisini nevnt høvuðsútbúgving, í almennum medisini. Hetta er lagt afturat grundútbúgvingini í medisini, ið tekur seks ár. Síðan tað fyri júst 20 árum síðan gjørdist møguligt at taka hesa kommunulækútbúgvingina í Føroyum, hevur áhugin verið stórur.

Tað var 1. mars 2002, at tann fyrsti ungi læknin fór undir sína høvuðsútbúgving í almennum medisini – kommunulæknaútbúgvingina – í Føroyum, og síðan eru tilsamans 33 kommunulæknar útbúnir. Av teimum starvast 21 í dag sum kommunulæknar í Føroyum, upplýsir hmr.fo

Tað merkir samstundis, at støðugt fleiri av teimum føroysku kommunulæknunum hava eina føroyska serútbúgving. Tað eru tilsamans 35 kommunulæknastørv í Føroyum.


Høg raðfesting og fleiri møguleikar

Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um stóra áhugan fyri føroysku kommunulæknaútbúgvingini og øðrum læknaligum útbúgvingum í Føroyum.

- Vit stremba eftir, at tað skal vera møguligt at taka so nógvar serútbúgvingar sum møguligt í Føroyum. Tað tænir sjálvsagt læknum og teimum læknalesandi sjálvum, og sera góða ávirkanin, sum tað hevur á rekrutteringina av føroyskum kommunulæknum og serlæknum annars, eigur ikki at undirmetast. Tí eru læknaligu útbúgvingarnar í føroyska sjúkrahúsverkinum avgjørt eitt øki, sum framhaldandi fer at hava høga raðfesting, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

Kommunulæknaútbúgvingin er tann einasta læknaliga serútbúgvingin, sum tað í fullum líki ber til at taka í Føroyum, men síðan 2002 er so líðandi lagt afturat samlaðu játtanini til útbúgving av yngri læknum. Samlaða játtanin til útbúgving av yngri læknum er í ár 12,5 milliónir krónur.

- Tað merkir, at tað í dag eisini ber til at taka partar av øðrum høvuðsútbúgvingum í Føroyum, umframt at talið av ungum læknum í KBU-størvum og introduksjóns-størvum, vanliga rópt intro-størv, er økt. KBU er stytting fyri Klinisk Basisuddannelse og er tað, ið fyrr kallaðist turnus.

KBU er fyrsta stigið víðari á yrkisleiðini hjá útbúnum læknum eftir grundútbúgvingina. Næsta stig er eitt intro-starv, sum er eitt hálvt til eitt heilt ár innan fyri valda serlæknagrein, áðrenn læknin fer undir høvuðsútbúgving í serlæknagreinini.

Umsøkjarar við atknýti at Føroyum, ella sum duga føroyskt, hava fyrimun, tá tað snýr seg um KBU-størvini. Áhugin er stórur, og 16-20 KBU-læknar starvast árliga í føroyska sjúkrahúsverkinum. Í løtuni verður lýst eftir 10 KBU-læknum at seta komandi vár, boðar Heilsumálaráðið frá.

 Í løtuni eru 12 læknar í intro-størvum í sjúkrahúsverkinum - talan er bæði um føroyingar og útlendingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder