Innanlands

33 nýggj grundstykki á Sandi

Í næstum verða 33 nýggj grundstykki uppi á Ryggi

(Mynd: Sands kommuna)

(Mynd: Sands kommuna)

2022-04-22 20:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tilboðini frá teimum sum høvdu bjóðað sær til at gera nýggju útstykkingina á Sandi, vóru latin upp í dag. Tað skrivar Sands kommuna á Facebook.

Tað vóru J&K Petersen og Articon sum bjóðaðu uppá arbeiðið, og J&K Petersen hevði lægsta boð.

J&K Petersen kundu gera arbeiðið fyri 11.975.466kr. Eisini hevði J&K eitt alternativt tilboð upp á 8.697.954kr.

Articon kann gera arbeiðið fyri 15.363.942kr.

Útstykkingin fevnir um 33 grundstykki, og er uppi á Ryggi á Sandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder