Uttanlands

337 fólk handtikin í máli um barnaporno

Pedofilar úr minst 38 londum eru avdúkaðir

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2019-10-16 17:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ikki færri enn 337 fólk úr 38 londum eru handtikin í einum stórum máli um barnaporno á internetinum. Tað er bretska løgreglan, sum hevur sett gongd á málið.

Altjóða kanningardeildin í Stórabretlandi upplýsir, sambært AFP, at talan er um uppkláring av einum av ógusligastu lógarbrotum viðvíkjandi kynsligum brotsverki móti børnum.

Handtøkurnar eru framdar eftir at ein suðurkoreansk heimasíða á ’myrka internetinum’ varð latin aftur.

Á heimasíðuni kundi pedofilar við sokallaðum krypto-gjaldoyra rinda fyri at sleppa at síggja kynsligar valdsgerðir móti børnum.

Suðurkoreanska heimasíðan æt ”Welcome to Video” og varð tikin av netinum í mars mánað í fjør. Á heimasíðuni vóru meira enn 250.000 ymsar upptøkur, upplýsa amerikanskir myndugleikar, sambært Reuters. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder