Innanlands

340 nýggir tilburðir í gjár

666 kanningar vóru gjørdar í gjár. Framvegis eru sjey fólk innløgd av koronu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-14 19:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

340 nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í 666 kanningum í gjár.

353 fólk gjørdust frísk aftur, og sostatt eru 4705 fólk positiv við koronu í løtuni. 

Sjey eru framvegis innløgd av koronu meðan 15 aðrir sjúklingar hava fingið staðfest koronu, men eru innlagdir av aðrari orsøk. 

24 fólk eru deyð við koronu í Føroyum. Tað er ein fleiri enn í gjár.

Hava fólk fingið staðfest covid-19 seinastu 30 dagarnar innan deyða, verða tey staðfest sum deyð við koronu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder