![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Sygeplejerskernes Samarbejde i Norden hevur í brævi í dag boðað frá, at tey stuðla verkfallinum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og vísa sín fulla solidaritet við sjúkrarøktarfrøðingunum, ið eru í verkfalli.
340.000 norðurlendskir sjúkrarøktarfrøðingar eru limir í felagnum, og hesir standa saman við okkum í stríðnum fyri at rætta skeivleikan.
- Tey vísa á, at rættvís løn og ordiligar arbeiðsumstøður eru avgerandi fyri at tryggja, at yrkið eisini framyvir er áhugavert at starvast í, sigur felagið fyri føroysku sjúkrarøktarfrøðingarnar.
Í løtuni eru umleið 50 sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi í verkfalli, og hósdagin seinnapartin fara 25 afturat í arbeiðssteðg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald