Stúrt verður fyri, at 35 flóttar umborð á einum báti eru gingnir burtur út fyri Libya.
Tað upplýsur altjóða felagsskapurin fyri migratión (IOM) sambært Ritzau.
Seks lík eru funnin á sjónum, og 29 onnur eru ikki komin afturíaftur, men hildið verður eisini, at hesi eru deyð.
Flóttafólkini vóru ávegis til Evropa úr Libya. Í Norðurafrika er tað serliga úr Libya og Tunesia, at flóttafólk leita sær til Evropa, og seinastu mánaðirnar hava verið fleiri fráboðanir um skipsbrot í hesum sambandi.
Sambært IOM hendi seinasta vanlukkan fríggjadagin út fyri libyska býin Sabratha. Tað er ikki greitt, hví vanlukkan hendi.
Hetta er aðru ferð hesa vikuna, at slíkt hendir. Týsdagin koppaði ein træbátur við í minsta lagi 20 fólkum umborð. Tað var út fyri Sorman í Vesturlibya. Tveir flóttar vórðu bjargaðir, meðan hinir 18 eru staðfestir deyðir.
Sostatt verður roknað við, at tilsamans 53 flóttafólk eru deyð á sjónum út fyri Libya hesa vikuna.
Í tíðarskeiðnum 1. januar til 11. apríl lótu í minsta lagi 476 flóttar lív á sjónum út fyri Libya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald