2021-11-22 17:01

Síðan fyrst í hesum mánaðinum hevur talið av nýggjum tilburðum av koronasmittu ligið rættiliga støðugt millum 25 og 50 tilburðir.
Í vórðu 35 positivar royndir funnar í teimum 1.995 kanningunum, sum vórðu gjørdar seinasta samdøgrið.
Undanfarnu dagarnar hevur talið av smittaðum verið ávikavist 40, 38, 41 og 45.
Nú eru tilsamans 368 fólk smittað. Tað eru fýra færri enn í gjár.
Við hesum tølim kann staðfestast, at enn er langt niður á eitt miðaltal á undir 15, sum skal til áðrenn vit fara frá at vera gul til grøn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald