Innanlands

35 milliónir frá A.P. Møller Fonden til nýtt sjósavn

Tveir triðingar av neyðugu fíggingini eru nú komnir til vega

(Mynd: Sjósavnið)

(Mynd: Sjósavnið)

2024-12-19 10:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

"A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal" hevur valt at stuðla ætlanunum at byggja nýtt Føroya Sjósavn við 35 mió kr.

Hesum boðar Føroya Sjósavn frá í dag.

Grunnurin vísir á stóra týdningin, eitt slíkt sjósavn kann hava fyri føroyska samfelagið og vónar, at stuðulin av álvara setir ferð á ætlanirnar um at byggja eitt ikoniskt oceanarium í vakra Sandagerði.

Fleiri av áhugaðu útlendsku grunnunum undraðust á, at Løgtingið ikki lat íløgustuðul til eina slíka verkætlan og høvdu hug at aftrast. Men A.P. Møller Fonden játtaði tó við teirri áheitan, at arbeitt bleiv víðari við at fáa landið við. Í gjár eydnaðist so at fáa eina minni játtan í fíggjarlógina fyri 2025.

Við gávuni stuðlar A.P. Møller Grunnurin føroysku royndunum at varðveita sambandið við og kunnleikan til havið uttan um okkum. Við sjósavninum fáa føroyingar og ferðafólk her munandi betri møguleikar at skilja og uppliva serstaka náttúrumargfeldið í undir vatnskorpuni.

Við hesum eru 2/3 av neyðugu fíggingini fingin til vega, og 2025 verður brúkt til at fáa tað seinasta upp á pláss. Higartil hevur Tórshavnar Kommuna játtað 15 mió, Betri 10 mió og Fólkatingið 15 mió.

Eisini hevur sjóvinnan víst stóran áhuga fyri at stuðla og hevur higartil latið 1,2 mió kr. til projekteringina. Í mun til okkara grannalond er ikki vanligt í Føroyum at vinnan er við til at stuðla slíkar byggiverkætlanir. Burtursæð frá Betri Stuðulsgrunninum eru ikki stórir grunnar, bygdir á fæið hjá vinnufyritøkum. Tí er hetta ein spennandi gongd, sum vónandi kann mennast.

- Hetta er ein stórur dagur fyri Føroya Sjósavn, Føroyar og fyri samfeløgini í Norðuratlantshavi. 99,5 prosent av Føroyum er hav. Í einum landi, har meira enn 90% av okkara útflutningi kemur úr sjónum, og vit liva tætt upp at havinum hvønn einasta dag, tá er onki savn í Føroyum meira týðandi og upplagt enn eitt sjósavn. Vit takka A.P. Møller Fonden fyri, at vit við hesum eru komin eitt risa fet nærri at gera okkara hugsjón til veruleika, sigur formaður í Føroya Sjósavni, Dánial Hoydal.

Nýggja sjósavnið verður bygt á somu grund á Argjum, har Føroya Sjósavn liggur í dag. Harvið verða eingi inntriv gjørd í náttúruna. Tað eru Arkitektar99/LOFTI Arkitektar, ið hava gjørt skitsuuppskotið til tað 2.230 fermetra stóra byggjaríið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder