Eftir at tað mánadagin vórðu staðfestir heilir 96 tilburðir er talið bara minkað.
Í 1740 kanningum í gjár vóru 35 positivir tilburðir. Hetta er lægsta talið á nýggjum tilburðum í ein dag í meira enn tvær vikur, síðani 27. november.
Talið á aktivum tilburðum - tey sum eru smittað í løtuni - er nú farið niður á 500. Hetta er tvey færri enn fyrradagin.
Miðalsmittutalið er eisini lækkað nakað, og er nú 65.
Kemur hetta talið upp um 75 í eina viku, so verða tað eftir ferðsluljósskipanini hjá landsstýrinum gerast fleiri avmarkingar. Eitt nú kunnu bara tíggju fólk savnast, undirvísing skal vera skipað sum fjarundirvísing, dagstovnar lata aftur, matstovur og náttarlív letur aftur eins og ítróttarlív, venjingarmiðstøðir eisini ger tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald